Home
Categories
EXPLORE
True Crime
Comedy
Society & Culture
Business
History
TV & Film
Technology
About Us
Contact Us
Copyright
© 2024 PodJoint
00:00 / 00:00
Sign in

or

Don't have an account?
Sign up
Forgot password
https://is1-ssl.mzstatic.com/image/thumb/Podcasts114/v4/c9/75/73/c975736f-7814-26b1-9276-42b1f18fe7fa/mza_6016234323051166400.jpg/600x600bb.jpg
Mikrofonin
Bui Tyril
15 episodes
8 months ago
Mikrofonin er eitt podvarp sum verður slept umleið einaferð um mánaðin (nú eisini á video, í samstarvi við Lokalt.fo). Vit interviewa persónar sum hava spennandi vitan at deila ella áhugaverdar meiningar um ikki bara hvat sum helst. Mikrofonin er partapolitiskt óheft, og bæði fjøltáttað og upplýsandi, eisini í mun til hvat sum er frammi í tíðini. Vertur er Búi Tyril.
Show more...
News Commentary
News
RSS
All content for Mikrofonin is the property of Bui Tyril and is served directly from their servers with no modification, redirects, or rehosting. The podcast is not affiliated with or endorsed by Podjoint in any way.
Mikrofonin er eitt podvarp sum verður slept umleið einaferð um mánaðin (nú eisini á video, í samstarvi við Lokalt.fo). Vit interviewa persónar sum hava spennandi vitan at deila ella áhugaverdar meiningar um ikki bara hvat sum helst. Mikrofonin er partapolitiskt óheft, og bæði fjøltáttað og upplýsandi, eisini í mun til hvat sum er frammi í tíðini. Vertur er Búi Tyril.
Show more...
News Commentary
News
https://is1-ssl.mzstatic.com/image/thumb/Podcasts114/v4/c9/75/73/c975736f-7814-26b1-9276-42b1f18fe7fa/mza_6016234323051166400.jpg/600x600bb.jpg
Játtanin til fólkaskúlan má hækkast við fimtingi — Annbritt Toftegaard
Mikrofonin
57 minutes 41 seconds
4 years ago
Játtanin til fólkaskúlan má hækkast við fimtingi — Annbritt Toftegaard
“Føroyski fólkaskúlin hevur nakrar risa avbjóðingar við børnum við serligum tørvi, og støðan stendur við og versnar,” skrivaði Annbritt Toftegaard, skúlastjóri á Skúlanum á Giljanesi, herfyri í einari greinarøð undir heitinum ‘Fólkaskúlin er fyri øll — eitt neyðarróp frá børnum við serligum tørvi.’ “Tíðin er komin,” segði hon, “har politiska skipanin veruliga tekur hesa støðuna og gongdina í álvara og setir í verk nakrar munagóðar loysnir og karmar fyri henda serliga málbólkin av børnum ella næmingum. Tey átøk sum higartil eru sett í verk muna alt ov lítið — tørvurin á hjálp er framhaldandi ovurstórur.”  Hon legði afturat: “Mín meting er at 20 prosent av næmingunum hava serligan tørv. Í einum skúla við 300 næmingum stríðast umleið 60 næmingar við eitt ella fleiri av hesum: eru lesiveik, orðblind, talblind, hava trupult við at læra, eru illa fyri sosialt, tvangstankar, ADHD, ADD, tunglindi, angist, autisma, menningartarn, niðursetta hoyrn, niðursetta sjón, ymiskar fysiskar sjúkir sum til dømis gigt, bruna í tarmunum ella okkurt heilt annað.” Mikrofonin hitti Annbritt Toftegaard tann 25. august og spurdi hana eitt sindur nærri um hennara hugsanir um fólkaskúlan og nakrar av teimum avbjóðingum sum í løtuni merkjast har, serliga tá tað kemur til børn og størri næmingar við sokallaðum serligum tørvi.  Er fólkaskúlin veruliga fyri øll? Hvat er tað sum ikki fungerar við verandi skipan? Er játtanin á fíggjarlógini hjá Løgtinginum til skúlarnar ov lág og, um so er, hvussu nógv eigur hon at verða hækkað? Hetta og annað mangt spurdu vit skúlastjóran í sera áhugaverdari samrøðu.