All content for Trok.fo - Hondbóltur og annað átrokandi is the property of Trok.fo and is served directly from their servers
with no modification, redirects, or rehosting. The podcast is not affiliated with or endorsed by Podjoint in any way.
Trok.fo prátar um hondbólt í Føroyum og úti í hemi - við føroyskum sjónarhorni
Vónríku viðmerkjararnir, Sjúrður og Ingi práta um óveruliga veruleikan at enn einaferð skula síggja føroyskt landslið bjóða av í EM-endaspælinum
Harafturat hoyra vit frá tíðindafundinum hjá Claus Mogensen, landsliðsvenjara, og práta við Turið Arge Samuelsen, sum spældi ímóti Sveis í 2018, Maritu Mortensen og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, sum spældu ímóti Sveis í 2021, og so Pernille Brandenborg, sum spældi báðar hesar dystirnar. Føroyski liðskiparin spælir eisini saman við sveisiska stórtalentinum, strikuspælaranum Tabea Schmid, í gerandisdegnum.Jú vit kenna Sveis væl og hava fylgst við teimum niðan á hendan pallin.
Poddurin er upptikin hósdagin 28. november. Dagin fyri dystin, Føroyar - Sveis
Trok.fo - Hondbóltur og annað átrokandi
Trok.fo prátar um hondbólt í Føroyum og úti í hemi - við føroyskum sjónarhorni