All content for Trok.fo - Hondbóltur og annað átrokandi is the property of Trok.fo and is served directly from their servers
with no modification, redirects, or rehosting. The podcast is not affiliated with or endorsed by Podjoint in any way.
Trok.fo prátar um hondbólt í Føroyum og úti í hemi - við føroyskum sjónarhorni
EM-trok #3: Frøin og arganin eftir Bragdið í Basel
03-12-2024
Føroyska kvinnulandsliðið hevði leitað eftir einum úrsliti ímóti einum av teimum stóru í nógv ár. Tað eydnaðist við 17-17 og fyrsta EM-stiginum nakrantíð hjá kvinnulandsliðnum.
Millum áskoðararnar var Maria Halsdóttir Weyhe, sum hevur verið partur av ferðini at flyta kvinnuhondbólt upp á hendan pallin. Maria hevur trokað vanliga viðvertin til viks - so at hon kann greiða Sjúrði frá, hvussu nógv hetta hevði at siga fyri føroyskan kvinnuhondbólt.
Og um Sjúrður ikki tá er sannførdur, hjálpa landsliðsleikararnir Annika Fríðheim Petersen, Súna Krossteig Hansen, Jana Mittún og Brynja Høj
Men í øllum hesum argar tankin um at Føroyar kundu vunnið dystin - eins og fyrsta dystin. Rætt og slætt kenslan av at hetta føroyska liðið hevði uppiborið at frøtt seg um uppaftur størri úrslit. Ein argan.
Tað ber enn til. Ein sigur ímóti Danmark skuldi givið møguleikan at spælt seg víðari.Tað skuldi ljóðað sum ein ørur dreymur. Men tað hevði tað eisini gjørt, um tú fyri júst fýra á
Trok.fo - Hondbóltur og annað átrokandi
Trok.fo prátar um hondbólt í Føroyum og úti í hemi - við føroyskum sjónarhorni