Forkvinnan setur orð á nýggju strategiina
Í hesum parti práta vit við Svend Brinkmmann, professari í sálarfrøði á Aalborg Universiteti. Svend Brinkmann bleiv rættuliga kendur, tá ið bók hansara ’’Stå Fast’’ varð útgivin í 2014. Í hesari upptøkuni hoyra Svend seta orð á, hvat námsfrøði er og kann, og hví hugtakið ''Dannelse'' (tvs. hvussu vit mennast og menntast), hevur serligantýdning innan okkara yrki eins og innan lærarayrkið. Aftrat hesum, kemur Svend bæði breitt og djúpt inn á trivnað og mistrivnað millum børn og ung, og serliga okkara fokus (og yvirfokus) á hetta øki í nýggjari tíð.
Í hesum parti práta vit við Anju Djurhuus, sum er autismuráðgevi og serkøn innan autismuøkið. Anja tosar sjálvandi um hvat autisma er - bæði um avbjóðingar og styrkir, og hvussu hetta kann ávirka borgaran og baklandið á ymiskan hátt. Eisini varpar hon ljós á hvat fyri samfelagsligir møguleikar eru, og hvat kann betrast fyri tey, ið liva við autismu.
Í hesum parti vitja vit ADHD-felagið í Havn, har vit práta við Bjørg Dam, ið hevur verið forkvinna í felagnum síðan 2019, og við Biritu Kjærbo, sum er námsfrøðingur og eisini nevndarlimur í ADHD-felagnum.
Samrøðan fevnur eitt sindur víða - prátið kemur sjálvandi inn á námsfrøði á ymiskan hátt, men eisini inn á tað meira persónliga, sum Bjørg og Birita hava upplivað. Og harvið koma vit eisini inn á meira sálarfrøði- og samfelagsrelateraði evnir, sum tó eru rættuliga viðkomandi, bæði innan námsfrøði- og lærarayrkið og onnur yrki innan relatiónsarbeiði.
Í hesum parti vitja vit sertoymið í Skúlanum við Løkin, (Runavíkar Kommunskúli), har vit práta við Harry Knudsen, námsfrøðing.
Harry er ein evnaríkur listamaður, ið hevur seráhuga fyri tí handverksliga og náttúruni, og nýtir hesi 'amboð' saman við hinum starvsfólkunum við Løkin, millum annað sum eitt slag av hjálpartóli, tá ið dagar eru torførir hjá summum næmingum. Uttandura umhvørvið og tað handverksliga sum heild gera tey nógv við í Runavík, har tey ikki eru bangin fyri at víkja frá tí ''vanliga'' skúlaskemanum.
Eisini fara vit at hoyra Harry tosa um, hvussu tey skipa seg og arbeiða við tilgongdum, ið inkludera sertoymi og hinar flokkarnar í fólkaskúlanum - báðar vegir.
Í hesari upptøku práta vit við Jonnu Mariu við À og Sólveig á Torvlaðnum, ið báðar eru námsfrøðilesandi á Setrinum. Vit fara millum annað at hoyra, hvussu tær uppliva at vera námsfrøðilesandi í Føroyum - hvat er gott og hvat er minni gott, og um teirra námsfrøðiligu áhugamál.
Í hesum partinum av Námsvarpinum fara vit at hoyra fyrrverandi fakfelagsforkvinnuna, Hildur Patursson, ið millum annað tosar um, hvat barnagarðspedagogikkur
er/ikki er, ella kanska burdi verið - avbjóðingar við nútíðar pedagogikki í Føroyum og okkara útbúgving.
Og millum annað eisini um, hvussu ein barnagarðsuppliving i Meksiko ávirkaði hennara tankagongd um stovnslívið í Føroyum.
Tilboð til úngar misbrúkarar, ið ikki passar í nakrar av teimum vanligu kassunum.
Oftast er tað í vøggustovuni, at børnini sum umleið eitt ára gomul fyrstu ferð fara úr trygga reiðrinum heima hjá foreldrunum og traðka ella grulva inn í stovnsheimin. Og tað ræður um at fáa eina góða byrjan, leggja tey dent á á dagstovninum á Flatinum á Oyrarbakka.
Hesa ferð hevur Námsvarpið vitjað stóra dagstovnin á Flatinum á Oyrarbakka, har námsvarpsverturin Nicodemus Líggjasson hevur tosað við stovnsleiðaran Rosu Prestá og námsfrøðingin Anju á Bø, ið arbeiðir í Tippinum, sum er ein vøggustovueind á Flatinum.
Anja vísir á, at námsfrøðingar vita, at tey fyrstu trý barnaárini eru ógvuliga týdningarmikil og grundarsteinurin fyri allari víðari menning av børnunum, og tí kann tað undra, at tað ikki er fyrr enn hesi seinastu árini, at tað er granskað nakað serligt í teimum smáu barnaárunum.
Men á Flatinum verður nógv gjørt burtur úr vøggustovunámsfrøðini, at børnini verða møtt við nógvum kærleika, umsorgan og nærleika, og at tað verður arbeitt í tøttum relasjónum við hvørt einstakt barn og foreldrini.
- Vit leggja dent á at fáa eina góða byrjan, tí vit eru faktiskt fyrsti liðurin í hesi útbúgvingarfasuni, sum er eitt langt lív hjá einum barni, greiðir Anja frá.
Av tí sama geva tey sær góða tíð við innkoyringini, tá eitt barn er byrjað í vøggustovu. Ein broyting seinastu árini er, at páparnir eru vorðnir meira virknir í tí tilgongdini. Í so máta sær Rosa týðuligan mun á nú og fyrr.
- Nú havi eg verið leiðari í so nógv ár, at tá var tað meira mamman, men tá var tað eisini í tíðini. Tá var tað mamman, sum tók sær meira av børnunum, og kanska fekk pápin ikki loyvi til at vera so luttakandi, sum hann er í dag; í dag krevst, at bæði foreldrini eru luttakandi, sigur hon.
”Heilin er so fantastiskur”, sigur Lis Jonhardsdóttir Sørensen einastaðni, og tað er júst tað, hann er, og tí er tað eisini so fantastiska áhugavert at hoyra hana greiða frá neuronámsfrøðini.
Lis er útbúgvin námsfrøðingur í Føroyum í 2006 og hevur seinni sum ein av heilt fáum føroyingum tikið eftirútbúgving í neuronámsfrøði.
Tað gjørdi hon á professiónsháskúlanum UCN (University College of Northern Denmark) í Aalborg í 2014.
Hon arbeiðir í forskúlanum Brúgvin í Runavíkar, og Nicodemus Líggjasson hevur verið á gátt hjá henni.
Hóast Lis hevur sína servitan við sær í øllum sínum arbeiði, so leggur hon dent á, at neuronámsfrøðin ikki skilir seg frá tí ”vanligu” námsfrøðini, men heldur flættar seg inn í hana, og at munurin serliga er, at neuronámsfrøðingurin hevur eina vitan um heilan og prosessirnar, sum henda har.
Servitanin er ein eyka dimensjón í námsfrøðini, ella sum Lis sigur tað: ”Neuronámsfrøði er námsfrøði, sum er kryddað við heilagransking og neurosálarfrøði”.
Er skíggjanýtsla hjá børnum og ungum bara av tí ringa? Tað helt Sunnuva Egilstrøð Poulsen í veruleikanum, áðrenn hon sum námsfrøðilesandi fór í gongd við sína bacheloruppgávu um júst skíggjanýtslu. Hon tók námsfrøðiútbúgvingina í Danmark, á Københavns Professionshøjskole – Campus Carlsberg. Sunnuva tók prógv í summar og starvast nú sum námsfrøðingur í Skúlanum á Trøðni.
Nicodemus Líggjasson, námsfrøðingur og poddvarpsvertur, hevur í hesi útgávuni av Námsvarpinum prátað við Sunnuvu um skíggjanýtslu, og 11 ára gamla dótturin Serafia, ið má finna seg í rættiliga avgjørdum reglum fyri síni skíggjanýtslu bæði heima og í skúlanum, sleppur eisini til orðanna.
Sunnuva avdúkar tó, at hon sjálv broytti støðu til skíggjanýtslu, meðan hon arbeiddi við bacheloruppgávuni – hon flutti seg við egnum orðum ”frá at vera so ræðuliga anti til at royna at síggja møguleikarnar við skermbrúki”. Uttan tó at fara heilt yvir í hitt borðið. Tí myndin er ikki svørt-hvít; hjá summum eru partar av talgilda alheiminum, sum skíggjarnir rúma, eins turvelvandi og kokain, men tað ber hinvegin til at hava eina hóvliga nýtslu, og talgildi alheimurin rúmar eisini appur og annað gott, ið kann brúkast sum hent námsfrøðilig amboð.
Ari Brimheim og mamman Krista um autismu.
Námsvarpið vitjar 24 ára gamla Ara, ið hevur autismu, og mammuna Kristu
Longu tá Ari Brimheim var pinkubarn, og tey júst vóru komin heim av føðideildini, legði mamman, Krista Oddsdóttir Brimheim, til merkis, at hann kensluliga var øðrvísið enn pinkubørn flest. Hon er sjálv útbúgvin sosialnámsfrøðingur og sá skjótt onkur tekin um autismu, men hon hevði tó ongantíð sæð so smá børn við autismu. So í fyrstani vildi familjan vita, hvussu leikur fór. Tekini blivu tó fleiri og týðuligari, og tá Ari var tvey ár, var ikki longur nakar ivi um, at hann hevði autismu.
Dagstovnurin Kura, Starvsfólk í Kollafirði greiða frá teirra virksemi og tankarnar aftanfyri.
Hvat verður gjørt í Gulaskúla, á Argjum, samrøða við Una Wardum
Ingolf S. Olsen, Nicodemus Líggjasson og Jógvan Philbrow
Sending løgd út fyrstuferð í juli 2023.